Ókeypis útbering á keyp yvir 499 kr!

Tín kurv

Kurvin er tóm

Terms of service

Útberingarkostnaður

Tað kostar 60 kr fyri útbering tá tú keypur á levelup.fo. Ókeypis útbering tá tú keypur fyri 499 kr ella meira. Vit senda allar pakkar við Flyta og Posta.

Vøran verður koyrd út til kundan, hvønn mánadag og hósdag. Útkoyringartíð er 1-3 gerandisdagar.

Um tú ynskir at vita nær tín pakki verður borðin út, kanst tú seta teg í samband við okkum á instagram ella á mail: levelupfaroe@gmail.com


Umbýtingarrættur og aftursendingarrættur

Vøran kann býtast um í 14 dagar, um vøran er í sama standi, sum tá hon var keypt. Hareftir, kann man velja at fáa peningin aftur, ella býta um við aðra vøru. Øll varandi vøra hevur eitt 2 ára garanti.

Um skaði er á vøruni ella annar feilur í, so kann hon sendast aftur til okkum á Æðuvíkarvegur 12.


Reklamatión

Er feilur í vøruni, kanst tú senda okkum vøruna aftur á Æðuvíkarvegur 12, eisini ber til at seta teg í samband við okkum á instagram ella á mail fyri nærri kunning:

levelupfaroe@gmail.com


Gjalding

Vit taka bert ímóti gjaldskortum á Levelup.fo

Vit taka ímóti fylgjandi kortum: Visa og MasterCard. Í gjaldsgongdini skalt tú útfylla fylgjandi: Kreditkortnummar, lokadag (útleypsdato) og gátal (kontrolcifre). Eisini skalt tú útfylla eina 3D secure kodu sum tú vart sendandi umvegins NETS. Tá tú keypur frá okkum, koyrur tú tínar kortupplýsingar inná Quickpay, sum er eitt trygt  SSL-krypterað gjaldsportur. Levelup Samtakið fær ongantíð atgongd til tínar kortupplýsingar.

Vit vóna at tú hevur haft gleði av tænastu okkara, takk fyri.

 

Nýtsla og Trygd

Øll Venjingarbeltir, útgerð og tilhoyr eru ætlað til styrkisvenjing og fitness-brúk.

Kundin hevur sjálvur ábyrgd av at nýta vøruna rætt og trygt. Fylg altíð røttum venjingarháttum, og ráðfør teg við ein faklærdan venjara, um tú ert í iva.

Vit taka ikki ábyrgd av nøkrum skaða ella vanlukku, sum stendst av skeivari nýtslu, teknikki ella manglandi fylging við trygdarleiðreglum.

Keyparin hevur sjálvur ábyrgd av sínari trygd.

 

Koffein Nýtsla

Vit viðmæla at einans brúka 100mg av Koffein per serving og max 300mg av koffein per dag.

Misnýtsla av koffein, kann leiða til kroppsligt óbehag.